
Átta dagar eru til jóla, og í tí sambandi heitir felagið Heimafriður á kommunr og reiðarí at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum.
- Tíverri eru tað fleiri, sum stúra fyri jóladøgunum. Í fjør og undanfarin ár hevur verið so nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum, at fólk ikki hava fingið heimafrið á jólum, sigur felagið.
Greitt verður frá, at onkur ár hava summi verið noydd at farið frá egnum húsum um jólini, orsakað av larmi.
- Undanfarin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggjað úr egnum heimi um høgtíðina. Felagið heitir aftur í ár staðiliga á at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald