Liberali demokratiski flokkurin (LDP) í Japan hevur valt Yoshihide Suga sum nýggjan leiðara og harvið sum nýggjan forsætisráðharra eftir Shinzo Abe.
71 ára gamli Yoshihide Suga er leiðari í stjórnardeildini og talsfólk hjá japansku stjórnini. Hann varð valdur við einum greiðum meiriluta av atkvøðunum.
Yoshihide Suga verður væntandi valdur sum nýggjur forsætisráðharri mikudagin, tá atkvøðugreiðsla verður í tinginum.
Tað var 28. august, at Shinzo Abe, ið er longst sitandi forsætisráðharrin í japanskari søgu, boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri og floksleiðari vegna sjúku.
Tað, sum sambært Suga fær hægstu raðfesting hjá honum er at fáa gongd á búskapin aftur og at steðga smittuspjaðingina.
Japan skal eftir ætlan vera vertur fyri OL í 2021. Tað skuldi upprunaliga vera í summar, men tað varð útsett orsakað av koronasmittuni.
Varaforsetin í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) hevur boðað frá, at OL verður hildið í Tokyo komandi ár, við ella uttan korona.
Les eisini: OL verður næsta ár við ella uttan korona
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald