Seinastu tíðina hevur eitt nýtt hashtagg gjørt um seg á sosialu miðlunum.
Undir #youknowme (fø: tú kennir meg), deila kvinnur, sum hava fingið fosturtøku sína søgu.
Hetta hendir eftir at fleiri statir í USA hava hert sínar lógir um fosturtøku. Eitt nú hevur staturin Alabama bannað øllum fosturtøkum - undantaksloyvi verður einans givið, um lívið hjá kvinnuni er í vanda.
Fríggjadagin samtykti staturin Missouri eisini at banna allari fosturtøku aftaná átta vikur.
Læknar, ið fremja fosturtøku kunnu fáa upp í 15 ára fongsulsrevsing.
Bara í ár hava átta statir hert fosturtøkulógina í einari roynd at fáa hægstarættin í USA, sum nú hevur ein konservativan meiriluta, til at ógilda núverandi fosturtøkulógina, sum fevnir um alt landið og gevur øllum kvinnum rætt til fosturtøku.
Hetta fekk amerikanska sjónvarpsvertin og sjónleikarinnuna, Busy Philipps, at heita á kvinnur um allan heimin at deila teirra fosturtøkusøgur undir hashtagginum #youknowme.
- Ein av fýra kvinnum hava fingið fosturtøku. Nógv halda seg ikki kenna eina, sum hevur, men #túkennirmeg. So lat okkum gera hetta. Ert tú ein av teimum fýra, so latum okkum deila hetta fyri at gera ein enda á skommina. Nýt #túkennirmeg og deil tín sannleika.
Busy Philipps fekk fosturtøku sum 15 ára gomul. Hesum greiddi hon frá í síðstu viku.
Ein av teimum, sum finnast at fosturtøkulógunum er Lady Gaga, sum kallar broytingarnar í lóggávuni hjá Alabama fyri ein sorgarleik.
#Youknowme hevur nú spreitt seg til onnur lond, m.a. Danmark, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald