Uttanlands

YouTube: Rásir við tilknýti til Taliban skulu bannast

Eisini Facebook strikar innihald hjá Taliban ella stuðulsfólkum teirra, meðan boðini frá Twitter eru, at tey "eygleiða støðuna" og gjøgnumganga tilfar, sum kann vera í stríð við reglur teirra

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-18 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

YouTube ætlar at banna rásir, sum verða hildnar at hava tilknýti til Taliban-rørsluna. Hesum boðaði YouTube frá í gjár.

Tað er móðirfelagið hjá Google, Alphabet Inc., sum eigur YouTube. fráboðanin kemur, meðan sosialir miðlar arbeiða við at nágreina leiðreglur fyri Taliban, sum eftir at USA hevur tikið hermenn sínar úr Afghanistan, hevur tikið valdið aftur í landinum.

Nú Taliban hevur tikið valdið aftur, verður stúrt fyri, at felagsskapurin fer at gera seg inn á talufrælsið hjá fólkinum í Afghanistan, og fólk óttast serliga, at felagsskapurin fer at gera seg inn á rættindini hjá kvinnunum.

Taliban hevur í nógv ár brúkt sosialar miðlar til at spreiða teirra boðskapir. Mánadagin vildi YouTube ikki siga, um tænastan fór at banna Taliban, men Facebook sær rørsluna sum ein yvirgangsfelagsskap, og tí strikar sosiali miðilin alt innihald, sum verður lagt út av Taliban ella stuðulsfólki teirra, og tað hevur verið mannagongdin í fleiri ár, upplýsir talsfólk hjá Facebook, sambært Ritzau.

Forboðið hjá Facebook umfatar eisini Instagram og WhatsApp.

Talsfólk hjá sosiala miðlinum Twitter sigur, at tey eygleiða støðuna.

– Vit fara framvegis at handhevja reglur okkara og gjøgnumganga tilfar, sum kann vera í stríð við teimum, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder