YouTube blokerar fyri rásum, sum hava samband við russiskar miðlar, sum er eru fíggjaðar av russiska statinum. Hetta skal vera galdandi í øllum heiminum.
YouTube vísir til ein politik, sum steingir fyri innihaldi, sum "noktar ella lítiðsger vældokumenteraðar, harðligar hendingar".
YouTube hevur eisini longu stongt fyri miðlunum Russia Today og Sputnik í Evropa, umframt at YouTube eisini hevur strikað møguleikan at fáa lýsingarinntøkur frá tilfari á teimum rásunum, sum hava samband við russiskar miðlar, sum eru stuðlaði av russiska statinum. Tað var gjørt síðst í februar.
Hvussu nógvar rásir á YouTube verða raktar verður ikki upplýst.
YouTube er størsti videoplatformurin á netinum, og starvsfólk hjá Google upplýsa, sambært Ritzau, at tað eru starvsfólk hjá Google, sum eigur YouTube, sum hava lagt trýst á fyri at fáa nakað gjørt við russisku rásirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald