2018-12-15 00:08
Sambært fyrstu langtíðar veðurforsøgnini hjá norsku veðurstovuni YR verður gott veður jólaaftan, men ikki kavi.
Sambært teimum fyrstu forsøgnumum verða eini 7 stig og 5 metrar um sekundið av landsynningi.
Sostatt er einki í løtuni sum bendir á kava jólaaftan. Hetta skal tó takast við fyrivarni, tí forsagnirnar broytast javnan rættiliga nógv tá tær eru so langt fram í tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald