Innanlands

Yvirfriðingarnevndin: Koks kann verða verandi

Nevnin heldur ikki, at virksemið hjá Koks hevur órógvað náttúruna, ella at bygningurin, sum Gist & Vist umvældi, misprýðir økið

Koks frammi við Gjónna (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Koks frammi við Gjónna (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-06-29 09:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koks, Føroya einasta Michelin-matstova, sum heldur til frammi við Gjónna í Leynum, sleppur at vera verandi.

Í mars 2019 fekk Koks annars boð um at steingja virksemið 1. september sama árið.

Orsøkin var ein skúrur, sum Gist & Vist, ið eigur Koks, umvældi fyri at brúka hann sum køk. Yvirfriðingarnevndin segði seg ikki hava heimild at loyva teimum at halda fram í bygninginum, tí at einki nýtt mátti byggjast á økinum, sum ikki verður brúkt til landbúnaðarvirksemi.

Sambært Kringvarpinum, var tað Friðingarnevndin í Streymoyar sýslu, sum mælti til lutvíst at strika friðingina, so bygningurin kundi brúkast til matstovuvirksemi, og tí er Yvirfriðingarnevndin komin til hesa niðurstøðu.

Nevnin heldur ikki, at virksemið hjá Koks hevur órógvað náttúruna, ella at bygningurin misprýðir økið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder