Mentan

Yvir 10 milliónir vitjaðu Louvre í fjør

Helst er eitt videolag hjá Beyoncé og Jay-Z orsøkin til vaksandi talið av vitjandi

Mona Lisa (Mynd: EPA)

Mona Lisa (Mynd: EPA)

2019-01-03 18:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heili 10,2 milliónir fólk vitjaðu kenda Louvre listasavnið í Paris í fjør. Lourve er nógv mest vitjaða listasavnið í heiminum.

BBC skrivar, at ein orsøk til vaksandi talið av vitjandi er helst vælumtókta videolagið hjá Beyoncé og Jay-Z, sum er tikið upp í hesum spennandi savni:

Stjórin fyri Louvre, Jean-Luc Martinez, váttar greiðir frá, at Louvre upplivdi eina munandi lækking av vitjandi eftir ógvusligu yvirgangsálopini á Paris í 2015.

Næstan 75 prosent av gestunum í Louvre í 2018 vóru útlendingar. 2,5 milliónir av gestunum vóru fraklendingar, 1,5 milliónir amerikanarar og kinverjar taldu næstan eina millión.

Eftir yvirgangsnhendingina fækkaðust gestirnir við 30 prosentum, men í 2017 var talið av vitjandi komið upp up 8 milliónir, sigur Martinez við AFP tíðindastovuna.

Í juni mánaði í fjør góvu amerikansku sangarahjúnini Beyoncé og Jay-Z út videolagið ”Apeshit”, har tey traðka upp inni í Louvre framman fyri kendum listaverkum, eitt nú meistaraverkinum hjá Leonardo da Vinci, Mona Lisa.

Videolagið fekk nógv umrøðu, og kjakast var um, hvørt tað var í lagi at loyva slíkum poppi framat listaverkum í absoluttum heimsflokki.

Undan jólum var Paris hart raktur av ógvusligum mótmælisgongum, sum ”gilets jaunes" – gulu vestarnir – skipaðu fyri. Ófriðurin førdi einans til, at Louvre varð stongt tann eina dagin, leygardagin 8. desember.

Stórar íløgur hava gjørt, at listasavnið nú er betri ført fyri at taka sær av stóra talinum av gestum, vísir stjórin á. Talan er um nýggjar atgongumerkjaskipanir, nýggj goymslurúm til viðføri og nýggjar skipanir at taka sær av bólkum.

Í heyst fer Louvre at skipa fyri eini umfatandi serframsýning at heiðra Leonardo da Vinci, skrivar BBC. 

[object Object]
(Mynd: EPA)

[object Object]
Kendi málningurin "La liberte guidant le peuple" hjá Eugene Delacroix (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder