Uppá tríggjar vikur eru fleiri enn 100 deyðir lundar skolaðir upp á strondunum eystanfyri Skotland, á Oyrkoyggjunum og í Hetlandi.
Francis Daunt, havfuglafrøðingur heldur hetta vera eitt av sjónligastu lunda-andlátunum í nærum 50 ár.
Upplýst verður, at lundarnir vóru rak, og eru tí ábendingar um, at tað er okkurt við føðini á sjónum, sum er orsøkin. Hildið verður eisini, at hetta fer at hava neiliga ávirkan á stovnin í komandi árinum.
Í øllum førum er talan ikki um fuglakrím, tí tað eru lundarnir nevniliga eisini kannaðir fyri.
Ein frágreiðing kann vera, at góðskan á føðini hjá lundanum er versnað orsakað av veðrinum í september, sum var heitari enn vanligt.
Málið verður kannað, og væntast einki svar fyrr enn tíðliga næsta ár, skrivar Sky News.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald