Uttanlands

Yvir 100 fólk dripin undir álopi í Burkina Faso

Hildið verður at harðrendir islamistar stóðu fyri álopinum, ið kostaði 35 sivilum fólki, harav 31 kvinnum lívið

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2019-12-25 13:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Myndugleikarnir í Burkina Faso upplýsa, at sjey hermenn og 80 harðrendir stríðsmenn eisini lótu lív, tá herurin royndi at reka burtur teir, ið lupu á, skrivar BBC.

Álopið var framt partvís ímóti eini herstøð og partvís ímóti sivilum í býnum Arbinda í norðara parti av landinum. 

Harðrendir bólkar hava økt um álopini í Burkina Faso og fleiri øðrum londum í Vesturafrika seinnu árini.

Álopini týsdagin vóru framd av yvir 100 harðrendum á motorsúkklum, og vardi í fleiri tímar. Higartil hevur eingin bólkur tikið ábyrgdina av álopinum, men bólkar við tilknýti til Al Qaeda ella IS eru virknir í økinum.

Fyrr í mánaðinum vóru 14 fólk dripin, tá vápnaðir menn skutu í einara kirkju í eystara parti av landinum.

Yvir 700 fólk eru dripin í álopum í Burkina Faso síðan 2012, meðan umleið 560.000 fólk eru flýdd úr landinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder