Innanlands

Omanfyri 100 hava fingið jólahjálp frá Reyða Krossi

Talan er um einstaklingar ella familjur, sum hava fingið mat og klæðir í desember. Í síðstu viku komu yvir 50 umsóknir

Nógv eru sperd. Í síðstu viku komu umsóknir frá minst 50 húskjum. Miðaltalið fyrin ein heilan mánaða er annars 40, upplýsir felagsskapurin

Nógv eru sperd. Í síðstu viku komu umsóknir frá minst 50 húskjum. Miðaltalið fyrin ein heilan mánaða er annars 40, upplýsir felagsskapurin

2023-12-18 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit eru farin inn í jólavikuna, og talan er um eina hugnaliga tíð. Tað er tó eisini ein trong tíð fyri mong húski og fólk.

Barnabati hevur sína jólahjálp, og aðrar innsavningar eru eisini. 

Reyði Krossur hevur sína føstu mat- og klædnahjálp. Í desember kann hon, íhvussu er partvíst, lýsast sum eitt slag av jólahjálp. Sambært tølum hjá Reyða Krossi Føroya søktu heilt nógv eisini áðrenn freistina, sum var mikudagin 13. desember. 

Í síðstu viku komu umsóknir frá minst 50 húskjum. Miðaltalið fyrin ein heilan mánaða er annars 40, upplýsir felagsskapurin.

Í vikuskiftinum skrivaði Reyði Krossur Føroya á sínum sosialu miðlum, at samanlagt 104 einstaklingar ella familjur hava fingið mat og klædnahjálp frá Reyða Krossi í desember. Hetta er við til at bjarga jólunum hjá fleiri verður skrivað.

Harafturat hevur Reyði Krossur latið 400 gávukort til FK á 1.000 krónur hvørt til fíggjarliga sperdar familjur í samstarvi við Barnabata.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder