Í gjár vórðu yvir 100 veðurlagsstríðsfólk handtikin á Schiphol-floghavnini í Amsterdam.
Stríðsfólkini høvdu trokað seg inn á eitt øki, har fleiri privatflogfør stóðu, og settu tey seg rundanum flogførini og sostatt forðaðu teimum í at fara á flog í fleiri tímar.
Endamál teirra var at steðga flogferðsluni fyri at minna á ta skaðiligu ávirkan, flogferðslan hevur á veðurlagið.
Tað vóru felagsskapirnir Greenpeace og Extinction Rebellion, sum skipaðu fyri mótmælinum.
– Vit vilja hava færri flogfør, fleiri tok og forboð ímóti óneyðugum stuttum flúgvitúrum umframt privatflogførum, sigur Dewi Zloch úr hollendsku deildini hjá Greenpeace sambært Ritzau.
Løgreglan bleiv boðsend at handtaka stríðsfólkini, men inni í floghavnini gingu hundraðtals onnur stríðsfólk eisini og mótmæltu við skeltum við slagorðum sum "Avmarka flogferðsluna" og "Fleiri tok".
Mótmælið varð fyriskipað í sambandi við veðurlagstoppfundin, COP27, sum byrjar í Egyptalandi í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald