Innanlands

Yvir 1.000 koppsetingar gjørdar í gjár

Nú er næstan ein koppseting gjørd fyri hvønn persón í Føroyum. 21.373 fólk eru liðugt koppsett

2021-07-08 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 8. juni, vórðu 1.082 fólk koppsett í Føryum. Harav fingu 702 fólk fyrra prikið, og 380 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 31.602 fólk fingið fyrru koppsetingina. 21.373 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Tilsamans 52.975 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum. Tað búgva beint yvir 53.300 fólk í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder