Seinastu dagarnar hava yvir 1.000 muslimar latið lív undir pílagrímsferðini hajj í Saudiarabia.
Hvørt ár fara pílagrímar í túsundatali til heilaga býin Mekka, sum seinastu tíðina hevur verið raktur av ógvusligari hitabylgju, og tað er hitin, sum er orsøkin til tey flestu av hesum andlátunum.
Mikudagin var hitin 44 stig, men fyrr í vikuni var hitin heilt uppi á 51,8 stig.
Sambært Ritzau hevur mann higartil skrásett 1.081 pílagrímar, sum hava latið lív. Teir flestu komu úr Egyptalandi, men eisini vóru fólk úr Indonesia, Irak, Iran, Jordan, Malaysia, Pakistan, Senegal, Sudan og Tunesia.
Tað er ikki óvanligt, at hendan pílagrímsferðin krevur nógv mannalív. Í fjør doyðu yvir 200, harav tey flestu vóru úr Indonesia.
Pílagrímsferðin til Mekka er ein av teimum fimm súlunum í islam, og sambært islam eiga allir muslimar, sum hava møguleikan, at fara á pílagrímsferð í minsta lagi eina ferð í lívinum.
Í ár hevur Mekka tikið ímóti 1,8 milliónum skrásettum pílagrímum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald