Innanlands

Yvir 10.000 fólk eru nú liðugt koppsett

Eftir tær 547 koppsetingarnar í gjár eru 30.719 koppsetingar gørdar í Føroyum. 20.450 fólk eru nú koppsett

19,3 prosent av íbúgvunum í Føroyum eru liðugt koppsett fyri koronu (Mynd: Sverri Egholm)

19,3 prosent av íbúgvunum í Føroyum eru liðugt koppsett fyri koronu (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-27 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 26. mai, varð hildið fram við koppsetingunum fyri koronu í Føroyum. 

537 fólk vórðu koppsett. Harav fingu 129 fólk fingu fyrra prikið, og 408 fólk fingu tað seinna.

Hetta skrivar corona.fo

Tilsamans eru nú 30.719 koppsetingar gørdar í Føroyum.

20.450 fólk - tað svarar til 38,4 prosent av fólkatalinunum - hava fingið fyrru koppsetingina.

10.269 fólk - 19,3 prosent av fólkatalinunum - hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder