Uttanlands

Yvir 10.000 hava fingið russiskt pass í hersettum ukrainskum býi

Býurin Kherson hevur síðan mars verið hersettur av Russlandi, og síðan fyrstu íbúgvarnir fingu russiskt pass miðskeiðis í juni, hava fleiri enn 10.000 fingið tað

Kherson, Ukraina (Mynd: EPA)

Kherson, Ukraina (Mynd: EPA)

2022-07-13 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri enn 10.000 íbúgvar í ukrainska býnum Kherson, sum russarar hava hersett, hava nú fingið russiskt pass seinasta mánaðin.

Russland hevur havt ræði á býnum síðan mars, og síðst í apríl upplýsti hernaðarliga umstingin í býnum, at ein nýggjur borgarstjóri varð settur. Síðani er býurin vorðin alsamt meira “russiskur”.

Tað var miðskeiðis í juni, at fyrstu íbúgvarnir í Kherson fingu russiskt pass, og russiski rubilin varð eisini settur sum gjaldoyra. Netsambandið í býnum er eisini avmarkað á sama hátt sum í Russlandi, og hevur eisini verið tosað um at hava fólkaatkvøðu um at gera býin til ein part av Russlandi.

Mánadagin funnust tey í Ukraina at russiska forsetanum, Vladimir Putin fyri í mai at hava sett eina lóg í gildi, sum skal gera tað lættari at útflýggja russiskt pass til íbúgvar í hersettum ukrainskum býum.

Sambært ukrainska uttanríkismálaráðharranum Dmytro Kuleba er hetta at gera seg inn á ukrainska sjálvræðið og í stríð við altjóða rættindi.

Í 2019 setti Russland eina líknandi lóg í gildi fyri borgarar í landslutunum Donetsk og Luhansk, sum sambært Russlandi eru sjálvstøðug lýðveldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder