
Reyði Krossur arbeiðir framhaldandi fyri at hjálpa í Ukraina, men har leika eisini sera álvarsamar kreppur á í øðrum londum – eitt nú í Afghanistan, har stríð, búskaparkreppa og veðurlagskreppa hava við sær, at nógvir afghanar hava bráðfeingis tørv á humaniterari hjálp.
Reyði Krossur Føroya skrivar, at áhaldandi turkur í landinum merkir, at akurin í vár og summar verður minni enn vanligt, sum kann elva til álvarsama hungursneyð, og Reyði Krossur heitti herfyri á føroyingar um at lata stuðul til neyðstødd í Afghanistan.
Nú kann Reyði Krossur Føroya fegnast um fyrimyndarligan stuðul frá eitt nú skúlum kring landið, og omanfyri ein millión krónur er savnað, sum verður send til tey harðast raktu í Afghanistan. Talan er um 1,2 millión.
- Peningurin verður sendur til Reyða Hálvmánað í Afghanistan, sum í yvir 30 ár hevur arbeitt ótroyttiliga við at hjálpa so nógvum neyðstøddum, sum gjørligt. Í løtuni verður dentur serliga lagdur á at veita neyðhjálp, so sum mat og drekka, umframt at stuðla sjúkrahúsum og heilsustøðum.
Reyði Krossur Føroya sendur eina hjartans tøkk til fólk, fyritøkur, feløg, kommunur, og ikki minst, skúlar og dagstovnar í Føroyum, sum hava tikið stig til stuðulsátøk kring alt landið.
Enn ber til at stuðla hjálpararbeiðinum í Afghanistan við at fara inn á heimasíðu felagsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald