Tað eru nú skrásettir meira enn 15,2 milliónir tilburðir av Covid-19 í heiminum. Tað vísa nýggjastu tølini frá John Hopkins University.
Fleiri lond hava sett nýtt met av skrásettum tilburðum. Í Japan vóru mikudagin skrásettir 796 nýggir tilburðir, sum er nýtt met fyri skrásettar tilburðir eitt samdøgur í landinum. Tilsamans eru 27.741 tilburðir skrásettir í Japan.
Í Suðurafrika eru 572 andlát við Covid-19 skrásett seinasta samdøgrið, og tað er nýtt met í landinum. Suðurafrika er tað landi sum er harðast rakt av koronavirus í Afrika. Í Suðurafrika eru skrásettir 394.948 tilburðir.
Talið av skrásettum tilburðum í Argentina hevur sett met tveir dagar á rað. Týsdagin vóru skrásettir 5.344 tilburðir og mikudagin vóru skrásettir 5.782 tilburðir. Í Argentina eru skrásettir tilsamans 141.900 tilburðir av Covid-19.
USA er landið við flest skrásettum tilburðum, har nærum 4 milliónir eru smittað. Í Brasilia eru skrásettir meira enn 2,2 milliónir tilburðir, meðan India hevur skrásett fleiri enn 1,2 milliónir tilburðir.
Talið av skrásettum andlátum við koronavirus í heiminum er 623.443
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald