Tilsamans 21 fólk hava latið lív í yvirflóð og skriðulopum orsaka av ógvusligum avfalli seinastu dagarnar í indonesiska høvuðsstaðnum, Jakarta.
Tað upplýsir ein talsmaður fyri almannamálaráðið í asiatiska landinum fyri Reuters tíðindastovuni.
Samstundis ljóðar, at meira regn er á veg til økið, har vatnflóð hevur verið síðan á nýggjárinum.
Talan er um herviligastu vatnflóð í fleiri ár. Yvir 30.000 fólk hava verið noydd til at flyta heimanífrá.
Støðan hevur skapt ruðulleika í stórum parti av størsta býnum í Landsynningsasia, har stórur partur av almennu flutningstólunum standa still orsaka av streymsliti.
Ógvusliga regnið í Jakarta og økinum kring stórbýin byrjaði nýggjársaftan, og helt áfram nakrar tímar inn í nýggja árið. Indonesiska veðurstovan boðar frá, at aftur í dag væntast ógvusligt avfall við toru og nógvum vindi.
Myndugleikarnir á staðnum hava enn ikki fult yvirlit yvir skaðarnar, men greitt er, at higartil hava 21 fólk latið lív orsaka av veðrinum. Tey eru druknað, eru rakt av skriðulopum, deyð av kulda ella eru deyð orsaka av ravmagnsstoytum.
Umleið 30 milliónir fólk búgva í Jakarta og býunum nærhendis.
Í 2007 doyðu yvir 50 fólk í ringastu flóðini í søguni hjá býnum. Lokalu myndugleikarnir í Jakarta hava seinastu árini roynt at tryggja teir lægstu partarnar av milliónabýnum betri móti vatnflóð í sambandi við regntíðina í Indonesia.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald