Uttanlands

Yvir 20 ísraelsk herfólk doyðu í gjár

Vóru í holt við at leggja løðingar í ein bygning, tá tey vórðu álopin, og bygningurin sprongdist

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-23 11:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 21 ísraelsk herfólk eru deyð í bumbuspreinging. Skotið varð eftir ísraelsku herfólkunum meðan tey vóru í holt við at leggja eina bumbuløðing.

Herurin í Ísrael hevur váttað, at minst 21 av teirra herfólkum doyðu í Gaza í gjár.

Hetta er størsta talið av ísraelum, sum eru deyðir í hernaðarátakið síðan Ísrael fór í holt við síni mótátøk í Gazageiranum.

Flestu herfólkini doyðu í sambandi við at tey vóru í holt við at leggja løðingar til at spreingja tveir bygningar í býnum Khan Yunis.

Skotið varð eftir teimum við rakettum, og tað førdi við sær, at løðingarnar sprongdust og bygningarnir fullu saman.

Daniel Hagari, ið er kontraadmiralur, hevur upplýst, at 21 herfólk doyðu tá ein rakettdrivin granat rakti ein stríðsvogn, ið ansaði eftir ísraelsku deildini. Samstundis hendi ein spreinging í bygninginum, har herfólk løgdu løðingar fyri at oyðileggja bygningarnar.

Ógreitt er júst hvussu nógv ísraelsk herfólk hava latið lív í sambandi við kríggið í Gaza.

Í Gaza hava yvir 25.000 palestinar latið lív, síðan kríggið byrjaði 7. oktober í fjør.

Ísrael miðsavnar seg í løtuni um býin Khan Yunis í sínum atgerðum inni í Gaza, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder