Uttanlands

Yvir 20 týsk sendifólk víst úr Russlandi

Orsøkin er, at russisk sendifólk eisini eru víst úr Týsklandi, sigur russiska uttanríkismálaráðið

Týska sendistovan í Moskva (Mynd: AFP)

Týska sendistovan í Moskva (Mynd: AFP)

2023-04-23 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri enn 20 týsk sendifólk verða útvíst úr Russlandi.

Orsøkin er, at fleiri enn 20 russisk sendifólk áður eru víst úr Týsklandi, upplýsir talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum, Maria Zakharova, sum leggur afturat, at tey í Russlandi fordøma avgerðina hjá týsku myndugleikunum, sum hon sigur oyðileggur sambandið millum Russland og Týskland.

Sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters hevur týska stjórnin ikki váttað hesi tíðindi, men seinastu vikurnar hevur hon verið í sambandi við Russland um manning av teirra sendistovum, og leygarmorgunin fleyg eitt russiskt stjórnarflogfar úr Moskva til Berlin, sum hevði samband við málið.

Flogfarið fekk serligt loyvi at lenda í týska høvuðsstaðnum, av tí at russisk flogfør í løtuni ikki sleppa at flúgva í ES-loftrúmi. Flogfarið lendi aftur í Moskva leygardag seinnapart.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder