2021-10-20 10:25

Nú eru tilsamans 76.371 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 38.970 hava fingið fyrru koppsetingina, 37.191 hava fingið seinnu koppsetingina, og 210 fólk hava nú fingið trý prik.
Hetta merkir, at 72,8 prosent av fólkinum í Føroyum nú eru koppsett fyri koronu, og at 69,5 prosent hava fingið seinnu koppsetingina, sambært corona.fo.
Í gjár vórðu 118 fólk koppsett. 28 fólk fingu fyrra prikið, 71 fingu tað seinna, og 19 fólk fingu triðja prikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald