Innanlands

Yvir 200 nýggir tilburðir

Talan er um áleið 220. Harvið er nýtt smittumet sett í stórum stíli, men myndugleikarnir ganga nú útfrá, at so gott sum øll fara at verða smittað, og at tað snýr seg um ikki ov nógv verða smittað samstundis. Støðan er álvarsom og ørkymlandi, var løgmaður inni á, men tað gjørdist ikki stórvegis meira greitt, hvør støðan er nú

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-30 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðsluljósskipanin er ikki eftirfarandi, hóast vit nú greitt eru á stigi trý - á reyða ljósinum í skipanini sum kom í gildi 13. november. Hetta gav landsmyndugleikin sum so til kennar í gjár.

Les eisini: Landsstýrið fyribils vera Føroyar verandi á gula stiginum

Hetta gjørdist uppaftur meira greitt á tíðindafundinum, sum fyri løtu síðani var liðugur. Farsóttarnevndin hevði fund tíðliga seinnapartin, og formaðurin í henni, Micheeal Boolsen segði millum annað, at greiða skuldi fáast á, hvussu Omikron-frábrigdi kann fáa sína ávirkan, og hvussu mest umráðandi gøgnini í samfelagnum verða hildin koyrandi. Tað verður eitt slag av rætting og broyting av stigunum í ferðsluljósskipanini - íhvussu er stigi trý - og kunnað veðrur meira um hetta varð sagt.

Bárður á Steig Nielsen fortaldi ikki nógv, ið var nýtt, men tó at smittutalið fyri í gjár var yvir 200, ið er nógv tað hægsta, ið tað hevur verið. Talan er sum skilst um 220 koronutilburðir ella har á leið.

- Øll verða helst smittað við Omikron fyrr ella seinni. Tí snýr tað seg um, at toyggja tað so nógv sum gjørligt, so at ikki ov nógv verða smittað samstundis, so at trýst kemur á sjúkrahúsverkið. Hetta má ikki henda, segði Bárður á Steig Nielsen.

Bjarni á Steig tosaði eisini um, at íhvussu er tey allarflestu fara ikki at sleppa undan at verða smittað av frábrigdinum, men at smittan má breiðast út/strekkjast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder