Uttanlands

Yvir 2000 ukrainar søkt um friðskjól í Svøríki

Meginparturin av teimum hava søkt friðskjól í Stockholm-økinum

Um allan heimin hava fólk mótmælt kríggið í Ukraina, eisini í Svøríki. Her sæst ein mynd frá mikudegnum av mótmælisfólkum í Stockholm (Mynd: EPA)

Um allan heimin hava fólk mótmælt kríggið í Ukraina, eisini í Svøríki. Her sæst ein mynd frá mikudegnum av mótmælisfólkum í Stockholm (Mynd: EPA)

2022-03-07 09:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan russiska innrásin í Ukraina byrjaði 24. februar hava yvir 2000 ukrainar søkt um friðskjól í Svøríki, upplýsir svenska útlendingastýrið, Migrationsverket.

Víst verður tó á, at hetta talið ikki neyðturviliga gevur eina mynd av, hvussu nógvir ukrainar eru flýddir frá krígnum til Svøríkis. Summi teirra kunnu hava verið í Svøríki frammanundan.

Mett verður tó, at meira enn helvtin av teimum gott 2000, sum hava søkt um friðskjól í Svøríki, nýligani eru komin til landið.

Á deplunum kring landið eru uml. 1500 pláss tøk til fólk, sum hava leitað sær friðskjól, men tørvurin er uml. tíggju ferðir størri.

Sambært Ritzau hava tey flestu søkt um friðskjól í Stockholm-økinum, men eisini eru nógv í Skåne.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder