
Seinasta samdøgrið hevur coronavirusið kravt 64 mannalív í Hubei-landspartinum í Kina.
Hetta er størsta talið innan eitt samdøgur, síðan coronavirusið fyrst varð staðfest, og sostatt er talið á deyðum í Hubei nú komið upp á 414.
Samlaða deyðstalið í øllum Kina er 425, men tey flestu eru skrásett í Wuhan, ið er størsti býur í Hubei-landspartinum, har coronavirusið eisini stavar frá, skrivar Ritzau.
Seinasta samdøgrið eru eisini 3.235 nýggir tilburðir av virusinum skrásettir í Kina, har talið á smittaðum nú er komið uppá 20.438.
Heimsheilsustovnurin WHO hevur lýst coronavirusið sum eina altjóða heilsukreppu, og sjúkan er higartil staðfest í fleiri enn 20 londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald