Innanlands

Yvir 23 prosent eru liðugt koppsett

631 koppsetingar vórðu gjørdar á Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar sjúkrahúsi í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-03 14:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 33.228 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 20.841 hava fingið fyrru koppsetingina, og 12.387 hava fingið seinnu koppsetingina og eru tey sostatt liðugt koppsett.

631 fólk vórðu koppsett á Suðuroyar sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum í gjár. 127 fingu fyrru koppsetingina, meðan 504 fingu seinnu koppsetingina, skrivar corona.fo.

Nú hava 39,2 prosent av fólkinum í Føroyum fingið fyrru koppsetingina, og 23,3 eru liðugt koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder