2024-01-14 19:04
Nú eru 100 dagar lidnir, síðan kríggið millum Ísrael og Hamas byrjaði, og kríggið hevur kravt yvir 25.000 mannalív, skriva m.a. DR.
Nærum 24.000 palestinar eru dripnir, og yvir 60.000 eru særdir í álopum á Gaza. Umframt hetta eru uml. 7.000 saknaðir, sambært heilsumyndugleikunum í Gaza.
Harafturat eru um 350 palestinar dripnir á Vestara Áarbakka.
Í yvirgangsálopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023, vórðu yvir 1.100 ísraelar dripnir. Umframt hetta eru í minsta lagi 187 ísraelsk herfólk dripin í bardøgum í Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald