Uttanlands

Yvir 28.000 deyð í Turkalandi og Sýria – Talið verður helst tvífaldað

Tað eru seks dagar síðan ein jarðskjálvt rakti Turkaland og Sýria – Í Turkalandi eru 24.617 fólk deyð, meðan 3.574 eru deyð í Sýria

Bjargingarfólk í Turkalandi (Mynd: EP)

Bjargingarfólk í Turkalandi (Mynd: EP)

2023-02-12 12:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan, sum rakti Turkaland og Sýria fyri nærum einari viku síðani, er nú farið uppum 28.000, og tað fer helst at gerast hægri.

Tað sigur Martin Griffiths, neyðhjálparstjóri hjá ST.

– Eg eri vísur í, at tað fer at tvífalda ella gerast uppaftur hægri. Vit eru ikki veruliga byrjað at telja talið á deyðum.

Myndugleikar og bjargingartænastur hava higartil boðað frá, at 24.617 eru deyð í Turkalandi, meðan 3.574 eru deyð í Sýria – tilsamans 28.191.

Túsundatals bjargingarfólk leita framvegis eftir fólkum í húsaleivdunum í rakta økinum.

ST ávarar um, at í minsta lagi 870.000 fólk í Turkalandi og Sýria hava tørv á heitum mati, og mett verður, at upp móti 5,3 milliónir eru vorðin heimleys í Sýria, skrivar Ritzau.

Griffiths sigur, at bjargingarfólkini skjótt fara at gera pláss til hjálparfelagsskapir, sum fáa til uppgávu at hjálpa teimum, sum eru rakt av jarðskjálvtanum, komandi mánaðirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder