Uttanlands

Yvir 300 rakettir og dronur skotnar eftir Ísrael

Tær flestu vórðu tó skotnar niður, sigur ísraelski herurin – Talan var um eitt hevndarálop hjá Iran fyri eitt álop á eitt konsulát 1. apríl, sum kravdi fleiri mannalív

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-14 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur Iran skotið yvir 300 dronur og rakettir móti Ìsrael. Men Ísrael hevur skotið 99 prosent av teimum niður, sigur ísraelski herurin í morgun.

Bæði USA og Stórabretland hjálptu við at skjóta fleiri enn 100 dronur niður, áðrenn tær komu inn á ísraelskt øki, skrivar DR.

Higartil hava ikki verið nógvar fráboðanir um skaðar.

Ein sjey ára gomul genta varð álvarsliga løstað, og eisini er boðað frá, at ein herstøð í sunnara parti av Ísrael hevur fingið smærri skaðar.

Hetta er fyrsta beinleiðis álopið, sum Iran hevur framt á ísraelska jørð, og talan er um hevnd fyri eitt álop á eitt iranskt konsulát í Damaskus 1. apríl, sum Ísrael stóð aftanfyri, sambært Iran. Fleiri lótu lív, harímillum tveir iranskir generalar.

Ísrael hevur hvørki váttað ella víst hesum aftur, skrivar Ritzau.

Úr Iran verður sagt, at kemur Ísrael við einum mótálopi, verður aftursvarið hjá Iran nógv størri, enn tað, sum fór fram í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder