Tað er komið fram, at meirilutin í Tórshavnar býráð ætlar at broyta dagstovnaøkið, so at allir teir næstan 40 dagstovnarnir verða lagdir saman í fimm eindir, sum skulu hava hvør sín eindarleiðara.
Men hvørki minnilutin í býráðnum ella starvsfólkini á dagstovnunum taka undir við ætlanini skrivar in.fo.
Minnilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, heldur, at pengarnir skulu heldur brúkast til at seta fleiri starvsfólk á dagstovnunum.
Edda Hjartvardsdóttir, námsfrøðingur á dagstovninum á Velbastað, sigur við in.fo, at tey eru skelkað av, at meirilutin í býráðnum finnur pengar til at gera eina umsiting afturat, men ikki til at seta fleiri starvsfólk á dagstovnunum, sum sambært teimum er tað, sum tørvur er á.
Fleiri enn 350 starvsfólk hava skrivað undir mótmæli til Tórshavnar býráð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald