Innanlands

Yvir 30.000 koppsetingar gjørdar í Føroyum

38,1 prosent hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 18,5 prosent hava fingið seinnu koppsetingina.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-26 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 30.184 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 20.321 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 9.863 hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Í gjár vórðu 515 fólk koppsett. 250 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 265 fólk fingu seinnu koppsetingina, skrivar corona.fo.

Nú hava 38,1 prosent av fólkinum fingið fyrru koppsetingina, meðan 18,5 prosent eru liðugt koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder