Ikki færri enn 309.956 fólk hava í summar vitjað rókina Preikestolen, sum hongur í 600 metra hædd yvir Lysefjørðin í Noregi.
Síðan 2008 hevur á hvørjum ári verið stórur vøksturí fólkum, sum hava vitjað hetta serliga staðið.
Í 2008 vóru 118.000 ferðandi haruppi, í fjør 292.622. Bara í summarhálvuni í ár kom talið næstan upp á 310.000. Í fjørsummar vóru tey 289.000
Ein orsøk til stóra áhugan verður løgd í filmin Mission Impossible, har Tom Cruise hongur út av eggini í nýggjastu útgávuni.
Ferðavinnumyndguleikarnir í økinum fegnast um økingina, serliga at størsti vøksturin í prosentum nú er at síggja í vetrarmánaðunum.
Men tað eru eisini røddir frammi, sum vísa á, at staðið ikki megnar at taka ímóti so nógvum fólkum, og at tað tí eiga at verða settar avmarkingar fyri, hvussu nógv kunnu fara har niðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald