Innanlands

Yvir 33.000 eru liðugt koppsett

Talið av koronukoppsetingum í Føroyum nærkast 70.000. Nú eru færri enn 3.000 fólk, ið bíða eftir at verða liðugt koppsett

2021-08-17 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu 474 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Harav vóru tað 122 fólk, ið vórðu koppsett fyri fyrstu ferð. 352 fólk fingu tað seinna prikið.

Hetta merkir, at tað nú eru færri enn 3.000 fólk "á muni":

- Nú hava 36.056 fólk fingið fyrru koppsetingina. 33.285 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo

Tað hevur verið so í eina tíð, at seinni bólkurin er vaksin lutfalsliga skjótari. Floksórin við koppseting er framvegis ikki nakað, ið er heilt í eygsjón í Føroyum

Tilsamans 69.341 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder