Tað hevur ligið í luftini leingi, og nú er tað sum so staðfest, at 2023 verður metár hjá Vága Floghavn.
Ferðafólkatali á flogvøllinum hevur verið høgt gjøgnum árið, og Kringvarpið skrivar í dag, at talið fyrstu ellivu mánaðirnar - fram til 1. desember - var 408.736.
Hetta merkir, at um tað bert vera 15.545 ferðafólk hendan mánaðin, so verður metið frá 2019 tikið. Tá vóru yvir 424.281 ferðandi umvegis flogvøllin í Vágunum.
Jólaferðslan fer at fáa talið uppum 424.281. Hetta hevur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, eisini váttað fyri KVF, sum annars skrivar at ferðslan í november var nakað lægri enn metárið í 2019: Tá vóru 1.831 fleiri ferðafólk, ið svarar til 7,4 prosent.
Ferðafólkatalið var tí hægri í síðsta mánaða, í mun til november 2022.
Innanlands
Yvir 400.000 ferðafólk skrásett í ár
Talan verður um metár hjá Vága Floghavn, skrivar Kringvarpið í dag
Ferðafólkatali á flogvøllinum hevur verið høgt gjøgnum árið, og Kringvarpið skrivar í dag, at talið fyrstu ellivu mánaðirnar - fram til 1. desember - var 408.736 (Mynd: Sverri Egholm)
2023-12-06 17:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald