Innanlands

Yvir 50 prosent av vaksnum føroyingum fingið triðja prikið

417 fólk vórðu koppsett fyri koronu mikudagin og hósdagin, og meginparturin fingu triðja prikið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-28 17:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 102.278 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 41.679 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 40.839 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og 20.508 fólk eru nú koppsett tríggjar ferðir.

Mikudagin og hósdagin vórðu íalt 417 fólk koppsett fyri koronu. 13 fólk fingu fyrra prikið, 25 fingu tað seinna, og 379 fólk fingu triðja prikið, skrivar korona.fo.

Við nýggjastu tølunum svarar hetta til, at 93 prosent av øllum, ið eru 12 ár og eldri, eru koppsettir fyri koronu, og at 91,1 prosent eru koppsett tvær ferðir. 50,8 prosent av teimum, ið eru fyltir 18 ár, hava fingið trý prik.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder