
Tá vikan er av, so er harutíðin eisini av. Fimm dagar eru nú eftir at skjóta í, og í gjár varð staðfest, at talið av skotnum harum í ár er omanfyri 5.000.
5.026 harur eru skrásettar. Veruliga talið er hægri, tí ikki allir túrar eru skrásettir. Tí verður nú heitt á harumenn um at skráseta túrarnar á heimasíðuni haran.fo. Í fjør var samlaða talið 5.927 harur.
Vestmanna roynist best
Tilsamans eru 411 túrar í 146 høgum kring landið skrásettir higartil. Tveir hagar við Vestmanna eru í topp-trý:
- “Dalhagi – Eystaripartur” í Vestmanna - 190 harur á 3 túrum
- “Fjallið” í Vestmanna - 143 harur á 6 túrum
- “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna” í Sørvági - 130 harur á 7 túrum
Her sæst hvussu nógv er skrásett í hvørjum einstøkum haga fram til 22. desember 2020 (Mynd: Eyðfinn Magnussen)
Á stabbamyndini her sæst, hvussu nógv er skotið tey ymisku árini frá 2012 (Mynd: Eyðfinn Magnussen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald