Uttanlands

Yvir 500.000 rýmd úr Ukraina

Tað kann enda við, at sjey milliónir fólk verða rikin úr landinum, sigur ES-kommiserur

Tok við ukrainskum flóttum kemur til Póllands (Mynd: EPA)

Tok við ukrainskum flóttum kemur til Póllands (Mynd: EPA)

2022-02-28 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri enn ein hálv millión fólk eru rýmd úr Ukraina, síðan russiska innrásin byrjaði hósdagin í farnu viku, upplýsir ST.

Nógv teirra eru rýmd til grannalondini Pólland og Moldova, og nógv evropeisk lond hava longu meldað greitt út, at tey eru til reiðar at taka ímóti ukrainskum flóttum, skrivar Ritzau.

Janez Lenarcic, ES-kommiserur fyri neyðhjálp, sigur, sambært DR, at hetta kann gerast størsta humanitera kreppan í Evropa í nógv ár.

Hann væntar, at sjey milliónir ukrainar enda við at verða rikin burtur orsakað av krígnum í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder