placeholder
Uttanlands

Yvir 6.000 doyðu í jarðskjálvtum í Venesuela

Arbeiðið at rudda upp eftir sterku skjálvtarnar í Venesuela í juni heldur áfram

(Mynd: Federico Parra/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Federico Parra/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-04 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið á deyðum eftir tveir jarðskjálvtar, sum raktu Venesuela í juni, er nú komið upp á 6.125.

Tað upplýsir Jorge Rodriguez, sum er formaður í landsins tjóðartingi.

Les eisini: Venesuela: Túsundtals fólk framvegis saknað

Reuters skrivar, at tingformaðurin hevur deilt eini boð á tænastuni Telegram, har víst verður á, at næstan 61.000 fólk hava fingið viðgerð á sjúkrahúsi eftir skjálvtarnar 24. juni, ið vórðu máldir til ávikavist 7,2 og 7,5 í styrki.

Bert ein minuttur var millum skjálvtarnar, sum elvdu til stórar skaða á bygningar og infrakervi.

Sambært Jorge Rodriguez eru 16,5 prosent av húsaleivdunum eftir skjálvtarnar nú ruddað burtur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder