2021-12-01 14:17

Nú eru 86.804 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 41.186 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 39.562 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og 6.055 fólk hava fingið trý prik.
Hetta svarar til, at 92,1 prosent av føroyingum, ið eru 12 ár og eldri, nú eru koppsettir fyri koronu – 76,9 prosent av samlaða fólkatalinum. 88,4 prosent av føroyingum, ið eru 12 ár og eldri hava fingið tvær koppsetingar, og yvir 12 prosent hava fingi trý prik.
Í gjár vórðu 288 fólk koppsett fyri koronu. 19 fólk fingu fyrra prikið, 31 fingu tað seinna, og 238 fólk fingu triðja prikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald