2023-12-15 10:32
Russland hevur í løtuni 617.000 herfólk, sum stríðast á vígvøllinum í Ukraina.
Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin á sínum árliga tíðindafundi herfyri.
Hvussu nógv herfólk Russland hevur mist í Ukraina, segði Putin einki um, men sambært keldum úr amerikonsku Kongressini eru umleið 315.00 russisk herfólk annaðhvørt dripin ella særd í Ukraina, síðan kríggið byrjaði í februar 2022, skrivar Ritzau.
Putin segði eisini, at nógvir menn eru framvegis til reiðar at "verja teirra heimland", og er tað tí ikki neyðugt at innkalla fleiri tiltaksfólk í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald