Yvir 600.000 russisk herfólk eru dripin ella særd í krígnum í Ukraina, og tað, at norðurkoreansk herfólk nú eru send at stríðast fyri Russland, er eitt tekin um vónloysi, sigur Mark Rutte, aðalskrivari í verjusamgonguni Nato.
– Yvir 600.000 russisk herfólk eru dripin ella særd í krígnum hjá Putin, og hann fær ikki hildið fram við álopinum á Ukraina uttan hjálp úr útlondum, sigur hann.
600.000 er ein meting hjá amerikonskum embætisfólkum, og tað framgongur ikki, hvussu nógv skulu hava latið lív ella fingið skaða, men fyrr í hesum mánaðinum var metingin, sambært New York Times, at 115.000 russar høvdu latið lív, og at 500.000 vóru særdir.
Amerikonsk embætisfólk meta, at Ukraina hevur mist góð 57.500 herfólk, og at 250.000 eru særd, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald