2021-12-03 13:35

Nú eru 41.215 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Av teimum eru 39.686 koppsett tvær ferðir, og 6.509 eru koppsett tríggjar ferðir.
Nýggjastu hagtølini hjá korona.fo vísa, at 92,2 prosent av fólkinum, ið eru 12 ár og eldri, hava fingið fyrru koppsetingina, 88,8 prosent hava fingið ta seinnu, og 14,6 prosent hava fingið ta triðju.
Í gjár vórðu 447 fólk koppsett. 21 fólk fingu fyrra prikið, 54 fingu tað seinna, og 372 fólk fingu triðja prikið.
Tilsamans 87.410 koronukoppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald