Innanlands

Yvir 66 prosent eru nú koppsett fyri koronu

1.112 fólk vórðu koppsett í gjár, og nú eru nærum 60 prosent av fólkinum liðugt koppsett

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-06 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 67.049 koronakoppsetingar gjørar í Føroyum. 35.333 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 31.716 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

66,2 prosent av fólkatalinum í Føroyum – nærum tveir triðingar – eru nú koppsett fyri koronu, og 59,4 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Í gjár var aftur skipað fyri støkk inn-koppseting á øllum trimum sjúkrahúsum, og í gjár vórðu 1.112 fólk koppsett. 246 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 866 fólk fingu tað seinnu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder