Innanlands

Yvir 7.000 føroyingar liðugt koppsettir

Yvir 25.000 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum – 34,6 prosent av fólkinum hevur fingið fyrru koppseting, meðan 13,2 prosent eru liðugt koppsett

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-12 12:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu 855 fólk koppsett fyri koronu. 713 fingu fyrru koppsetingina, og 142 fingu seinnu koppsetingina.

Nú eru tilsamans 25.427 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 18.420 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 7.007 fólk hava fingið báðar koppsetingarnar, og eru hesi sostatt liðugt koppsett.

Hetta svarar til, at 34,6 prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppsetingina, og at 13,2 prosent eru liðugt koppsett, vísa hagtøl hjá corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder