Uttanlands

Yvir 80 fólk deyð í Kentucky

Guvernørurin væntar, at talið fer uppum 100, og amerikanski forsetin, Joe Biden hevur lýst undantaksstøðu í statinum

Staturin Kentucky varð hart raktur (Mynd: EPA)

Staturin Kentucky varð hart raktur (Mynd: EPA)

2021-12-13 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið vórðu seks amerikanskir statir raktir av ógvusligum melduródnum. Melduródnirnar hava elvt til stóran materiellan skaða og kravt nógv mannalív.

Statirnir, sum vórðu raktir, eru Arkansas, Illinois, Kentucky, Missouri, Mississippi, og Tennessee. Í Kentucky, sum varð harðast raktur, hava í minsta lagi 80 fólk latið lív, men Andy Beshear, guvernørur í statinum sigur, at talið helst fer at verða yvir 100.

Eitt nú hava átta fólk latið lív á einari ljósverksmiðju í býnum Mayfield. Uml. 110 fólk vóru til arbeiðis fríggjakvøldið, tó ódnirnar raktu, og átta eru enn ikki komin afturíaftur.

Fleiri í Kentucky eru uttan streym og vatn, og summi mugu enntá klára seg uttan tak yvir høvdið.

Sunnudagin segði guvernørurin, at tey framvegis vónanðu at finna fleiri av teimum saknaðu á lívi, men tað fór helst at krevja eitt undur. Guvernørurin segði eisini, at melduródnirnar, sum herjaðu um vikuskiftið, eru tær mest oyðileggjandi ódnirnar, sum staturin nakrantíð hevur upplivað.

Eftir áheitan frá guvernørinum hevur amerikanski forsetin, Joe Biden lýst undantakstøðu í Kentucky. Sunnudagin vórðu 300 limir í Tjóðarhirðanum eisini sett inn at hjálpa við bjargingararbeiðnum og við at veita borgarunum vatn og generatorar.

Sambært Ritzau hava melduródnirnar kravt mannalív í fimm statum. Í Illinois doyðu seks starvsfólk í einum vøruhúsi hjá Amazon, tá takið á bygninginum rapaði. Eitt ellisheim í Arkansas varð eisini rakt, og har lótu tvey fólk lív. Umframt hetta er boðað frá fýra andlátum í Tennessee og tvey í Missouri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder