
Seinasta vikuskifti var Royal Run á skránni í Klaksvík á Norðoyastevnu. Ein rúgva av føroyingum luttóku, og Frederik krúnprinsur súkklaði runt á rutuni og heilsaði uppá fólk. Høvuðsfyriskiparin hevur ein minni diskusprolaps og fær harvið ikki runnið sjálvur, men hann hevur júst sett gongd á Royal Run í Aarhus, har 17.000 luttaka, og krúnprinsurin fer at ganga túrin á familjurutuni. Seinni í dag fer høvuðspersónurin at súkkla í Keypmannahavn.
Krúnprinsessa Mary hevur saman við Frederik silgt við Dannebrog til Jútlands, og hon fer at renna teinin í Aalborg. Tey fýra børnini hjá krúnprinsparinum: Prinsarnir Christian og Vincent og prinsessurnar Isabella og Josephine luttaka í Keypmannahavn.
Royal Run var eisini 2. Hvítusunnudag í Danmark í fjør í samband við at Frederik, krúnprinsur fylti 50 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald