Uttanlands

Yvir 900 føroyingar koppsettir

Svarar til 1,7 prosent av íbúgvunum í landinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederikssen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederikssen)

2021-01-07 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gongur væl at koppseta heilsu- og røktarstarvfólk fyri korona, og í gjár vóru fleiri enn 350 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Íalt eru nú 902 føroyingar koppsettir fyri koronu. Tað svarar til 1,7 prosent av øllum føroyingum, skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum.

Tá hendan vikan er runnin, hava umleið 1.200 starvsfólk á heilsu- og eldraøkinum fingið koppsetingina.

Alt bendir á, at ein nýggj sending við koppingarevni kemur til Føroya fyrst í komandi viku. Gongur eftir vild, eru fleiri enn 2.000 føroyingar koppsettir fyri koronu, tá ið vit koma út í hálvan januar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder