Uttanlands

Yvir ein millión søktu um friðskjól í ES-londum í fjør

Serliga vóru tað fólk úr Sýria, Afganistan, og Turkalandi, sum søktu um friðskjól

Flóttafólkalega í Lebanon (Mynd: EPA)

Flóttafólkalega í Lebanon (Mynd: EPA)

2024-02-28 18:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2023 søktu 1,14 milliónir fólk um friðskjól í ES-londum, og tað er tað hægsta talið síðan 2016, upplýsir ES.

Talan er um ein vøkstur á 18 prosent samanborið við 2022, tá talið var 966.000.

Serliga vóru tað fólk úr Sýria, Afganistan, og Turkalandi, sum søktu um friðskjól í einum ES-landi.

181.000 sýrar søktu um friðskjól, ið er ein vøkstur á 38 prosent samanborið við 2022. 114.000 afganar søktu um friðskjól - 11 prosent færri enn í 2022, og talið á umsóknum frá turkum var 101.000 - 82 prosent fleiri enn í 2022.

Talið á umsóknum frá palestinum var eisini munandi hægri í fjør enn árið fyri. Í 2023 søktu nærum 11.600 palestinar um friðskjól í ES. Hetta talið er tveir triðingar hægri enn í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder