Yvir fýra milliónir ukrainar eru nú rýmdir úr heimi teirra, síðan russiska innrásin byrjaði 24. februar. Tað upplýsir flóttafólkafelagsskapurin hjá ST, UNHCR, sambært Ritzau.
Áðrenn innrásina hevði Ukraina 44 milliónir íbúgvar, men einastu fimm vikurnar eru góðar fýra milliónir fólk rýmd til onnur lond.
2,3 milliónir av flóttafólkunum eru farin til Póllands, og góð 600.000 eru farin til Rumenia. Fleiri hundraðtúsund fólk eru eisini farin til Moldova, Ungarn og Slovakia.
Umframt tær fýra milliónirnar, sum eru rýmd úr Ukraina, metir ST eisini, at uml. 6,5 milliónir fólk eru rýmd úr heimi teirra til onnur støð í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald