Innanlands

Yvir túsund fólk vórðu koppsett í gjár

Nú hava yvir 20.000 fólk fingið fyrra prikið

2021-05-25 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast halgidagur var í gjár, so vóru tað 1.020 føroyingar, sum vórðu koppsettir í gjár.

627 fingu fyrra prikið og 393 seinna prikið, skrivar corona.fo.

Nú eru tilsamans 29.668 koppsetingar gjørdar í Føroyum við koppingarevninum Pfizer/BioNTech. 20.071 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 9.597 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. Hetta svarar til ávikavist 37,7 og 18 prosent. 

Eftir at 16 smittutilburðir vórðu staðfestir fyrradagin, verður nú bíðað í spenningi eftir, hvussu nógv vóru smittað av teimum mongu, sum vórðu testað í gjár. Tey tølini væntast ikki fyrr enn seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder